Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Summar kynssjúkur gera um seg í Íslandi í hesum døgum. Eitt nú er talið á teimum, sum hava fingið staðfest syfilis meira enn tvífaldað fyrra hálvár í ár í mun til somu tíð í fjør. Eisini talið á teimum sum hava fingið gonorre er nógv vaksið, men ikki so nógv sum syfilis, skrivar Morgunblaðið.

Tað eru nógv fleiri mannfólk enn konufólk sum fáa staðfest kynssjúkurnar, men minni enn helvtin vóru íslendskir ríkisborgarar, tá talan var um syfilis. Við øðrum kynssjúkum vóru fleiri íslendskir ríkisborgarar enn útlendingar sum høvdu sjúkuna.

Annars er mest vanliga kynssjúkan klamydia og har er talið tað sama sum tað hevur verið seinastu árini, ella stívliga 800 fólk hvørt hálvár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo