Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Mikudagin 29. september var altjóða ST-dagur fyri tilvitan um matvørusvinn- og oyðsl. Í hesum sambandi bjóðaðu Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu og Slow Food Føroyar til burðardyggan hugna í Posthúskjallaranum.

Umleið hundrað fólk løgdu leiðina framvið, tá Hotel Brandan bjóðaði ískaffi og køku úr avlopsvøru, DJ Übernörd diskaði diskotónleik og øll hjálptust um at skera avlopsgrønmeti, meðan kokkurin, Súsanna Danielsen, skipaði fyri leskiligari súpan til øll.

Rógvi Mikkelsen, hotelleiðari á Hotel Brandan, Ejler Johannesen, marknaðarføringsleiðari hjá P/f Poul Hansen og Áhandli og Bjørg Dam, forkvinnan í Náttúru- og Umhvørvisnevndini hugleiddu um matoyðsl og um, hvat vinnan og kommunan kann gera fyri at minka um nøgdirnar av góðum matvørum, ið verða blakaðar burtur.

Tá ið tiltakið endaði, tóku fólk avlopsgrønmeti heimvið, og allerhelst vóru fleiri, ið fóru heim við ágrýtni og íblástri til at minka um teirra matoyðsl.

At minka um nøgdina av burturkasti er ein av hornasteinunum í umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu. Matoyðsl er ein stórur partur av okkara burturkasti, og tí fer Umhvørvisvikan í 2022 at snúgva seg um matoyðsl.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum á Umhvørvisvikuni, har vit vónandi kunnu koma saman aftur um at bjarga og gagnnýta fleiri góðar rávørur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo