Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd og kelda: nordforsk.org

Mynd og kelda: nordforsk.org

Mynd og kelda: nordforsk.org

Granskingarráðið: Føroyingar eru vanir at laga seg til veður og vind. Men hvussu kunnu vit fyrireika okkum til alsamt ógvusligari veðurviðurskiftini, sum standast av veðurlagsbroytingum? Hetta fer eitt lið av norðurlendskum granskarum at kanna í neyvum samstarvi við fólk í Føroyum.

- Vit mugu fyrst og fremst viðurkenna, at vit alla tíðina hava tosað um, at veðurlagstillagingarnar skuldu henda sunnanfyri í tropiskum økjum, men tað vit síggja nú er, at vit í norðurlondum eisini  verða rakt av veðurlagsbroytingunum og enntá í stóran mun.  Ávirkanin, sum verðurlagsbroytingarnar fara at hava á norðurlond, kann koma at kosta mannalív, um vit ikki eru fyrireikað.

Hetta sigur Rico Kongsager, lektari í Emergency and Risk Management ved Københavns Professionshøjskole. Hann leiðir verkætlanina ”Climate Change Resilience in Small Communities in the Nordic Countries, CliCNord”, sum er stuðlað av NordForsk. Verkætlanin samstarvar við fleiri partar í Føroyum, m.a. við Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipara í Fiskimálaráðnum.

Umframt at granska í føroyskum viðurskiftum, fevnir verkætlanin um viðurskifti í Danmark, Íslandi, noregi og Svøríki.

Les drúgva grein um verkætlanina á heimasíðuni hjá NordForsk

Til ber at fylgja verkætlanini á Facebook

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo