Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í Tórshavnar kommunu verður skipað fyri 11 jólahaldum, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 3. desember kl.12:15 eftir guðstænastuna. Havnar Hornorkestur spælir. Turið Horn, býráðslimur, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember kl.17:30. GHM spælir. Bergun Kass, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan týsdagin 5. desember kl.17:00. Hornblásarar úr GHM spæla. Helena Dam á Neystabø, býráðslimur, og Maria Jørðdal Niclasen, prestur, bera fram røðu.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 9. desember kl.15:30. GHM spælir. Theodor E. D. Olsen, prestur, ber fram røðu.

Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 9. desember kl.16:00. Havnar Hornorkestur spælir. Jákup Dam, býráðslimur, og Derhard Jógvansson, prestur, bera fram røðu.

Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 9. desember kl.17:00. GHM spælir. Gunnvør Balle, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 9. desember kl.18:00. Havnar Hornorkestur spælir. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 10. desember kl.18:00. Musikskúlalærarar spæla. Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu.

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 10. desember kl.17:00. Ternan fer av Havnini kl.16:20 og úr Nólsoy kl.19:25. Havnar Hornorkestur spælir. Uni Næs, prestur, ber fram røðu.

Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 10. desember kl.15:30. Teistin fer av Gomlurætt kl.14:30 og úr Hesti kl.19:30. Frelsunarherurin spælir. Palli Petersen hjá Frelsunarherinum ber fram røðu.

Í Syðradali verður jólatræið tendrað hósdagin 14. desember kl.18:00. Havnar Hornorkestur spælir. Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo