Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kringvarpið: Lurtarakanningar gjørdar fyri mánadag til sunnudag gjøgnum mars mánað vísa, at útvarpssendingar hjá KvF eru væl umtóktar. 500 svargevar eru spurdir fyri hvønn av teimum ymsu døgunum, hvørjum teir hava lurtað eftir dagin fyri.

Tølini fyri einstøku sendingarnar eru góð. Eitt nú lurtaðu 51,6% eftir útvarpstíðindunum kl. 12.20 mánadagin 7. mars, og 49,8% lurtaðu kl. 18 sama dag.

Fríggjadagin 18. mars lurtaðu heili 34% eftir aktualitetssendingini Breddanum, sum verður send fyrru ferð fyrrapart og endursend tíðliga á kvøldi.

“Føroyingar hava altíð lurtað nógv eftir útvarpinum, og lurtararnir hava álit á tíðinda- og aktualitetssendingunum hjá Kringvarpinum”, sigur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri.

Tað eru tó ikki bara tíðindi og aktualitetur, sum upptaka uppmerksemið hjá føroyingum. Góðan morgun Føroyar, sum er ein blandingur av undirhaldi og upplýsing, hevur eisini góð lurtaratøl. Mánamorgunin 7. mars lurtaðu 46,4% av føroyingum eftir Góðan morgun Føroyar og 2,2% eftir endursendingini seinnapartin. Sendingin tykist hava trúfastar lurtarar, tí tølini frá lurtarakanningum, ið áður eru gjørdar, hava víst áleið sama úrslit.

Út við 25% lurta eftir fólksligu reportasjusendingini Við Tórði á túri, og kanningin staðfestir, at heilt nógv lurta eftir endursendingini týsdag eisini.

Lurtaratølini fyri sendingarnar Vikuskiftið, Credo og Nón liggja millum 18-22%. Oman fyri 20% av lurtarunum lurta eftir Málteiginum, sum viðger føroyskt mál og mállæru mánamorgnar.

Ávikavist 34,4% og 30,4% lurtaðu eftir Brunsj og Plátubarrini leygardagin 26. mars, sum eru tvær tónleikaberandi sendingar við góðum práti og vertum.

“Útvarpið hevur enn gott tak í føroyingum. Tað frøast vit um, tí miðlavanarnir eru broyttir munandi við talgildingini. Stóri vøksturin av útlendskum tilboðum ávirkar okkara mentan bæði á ein og annan hátt, og tí er tað gott, at føroyingar taka so væl undir við útvarpinum”, sigur kringvarpsstjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo