Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Oddagrein/Skúlablaðið: Ein góður skúli eru góðir lærarar; tí lønar tað seg altíð, at lærarin hevur góðar og tryggar umstøður, so at orkan kann fara til at savna seg um næmingarnar. Men tíverri er tað so, at fleiri lærarar á hvørjum vári hava ilt í búkinum, tí teir vita ikki, um teir hava starv eftir summarfrítíðina. Útlitini eru óviss, og tað kennist tungt aftur í ár at skula senda umsóknir til fleiri skúlar og at fara til setanarsamrøður.

Lýsingarnar frá fólkaskúlunum eftir lærarum til komandi skúlaár vóru eisini flestar eftir lærarum til tíðaravmarkað størv. Tað vóru bara 22 lýsingar eftir lærarum til fast starv; um somu tíð var lýst eftir fleiri enn 90 lærarum til tíðaravmarkað starv.

Nógvu tíðaravmarkaðu størvini í fólkaskúlanum hava við sær, at fleiri lærarar í nógv ár hava verið settir í starv eitt ár í senn í sama skúla uttan at fáa fast starv. Dømi eru um lærarar, ið hava verið í sama skúla í 8 fylgjandi skúlaár uttan at hava fast starv. Ein lærari umrøddi hesa høpisleysu støðu og segði, at tað kendist, sum hann øll árini søkti sítt egna starv aftur á hvørjum ári. Tað er heilt burturvið, at man kann fara so við starvsfólki.

Grannalond okkara hava langt síðan vart síni starvsfólk ímóti tílíkari viðferð. Har eru ásetingar, ið veita trygd fyri, at um tú hevur verið í starvi á sama arbeiðsplássi í trý fylgjandi ár, so eigur tú fast starv. Vit hava víst á hetta og lagt krav fram um somu trygd, men tað hevur ikki verið nakar áhugi at ganga okkum á møti.

Tað fara altíð at vera nøkur tíðaravmarkað lærarastørv í fólkaskúlanum fyri lærarar, ið eru í farloyvi, men tíðaravmarkaðu størvini eru nógv fleiri, enn tað eru lærarar í farloyvi. Ein partur av nógvu tíðaravmarkaðu størvunum liggur í bygnaðinum av játtanini til fólkaskúlarnar. Árliga játtar Undirvísingarstýrið hvørjum skúla sær tímar til lærarar eftir einum leisti, har ein næmingur meir ella minni í einum skúla kann hava við sær, at játtanin til viðkomandi skúla minkar ella veksur við meira enn einum lærarastarvi. Hesin játtanarháttur elvir til tíðaravmarkað størv, og tí mugu vit í staðin fáa eina skipan, har játtanin til skúlan er meira støðug frá ári til ár, so at vit fáa tryggari setanarviðurskifti hjá lærarum. Tað fer at gagna øllum pørtum.

Tórshavnar kommuna eigur eisini sín lut í ótryggu setanarviðurskiftunum hjá fleiri lærarum í kommununi við sínum skúlapolitikki. Fría skúlavalið ger, at ein skúli kann vaksa ella minka við tveimum flokkum frá ári til ár, tí at kommunan velur at flyta flokkar, ella at foreldur velja at skriva barnið inn her ella har. Við hesum kann talið á lærarum í einum skúla broytast við fleiri lærarum frá ári til ár, og tað elvir til tíðaravmarkað størv og í ringasta føri uppsagnir av lærarum. Tað gagnar ongum.

Tað eru alt ov nógv tíðaravmarkað lærarastørv í fólkaskúlanum. Vit kunnu skerja talið av tíðaravmarkaðum settum lærarum munandi við at tillaga játtanarleistin til skúlarnar, so at játtanin til einstaka skúlan verður meira støðug, og Tórshavnar kommuna má tryggja skúlunum í kommununi støðugari næmingagrundarlag. Og hevur ein lærari verður settur í fleiri fylgjandi ár í sama skúla, so má lærarin eiga vissu fyri føstum starvi.

Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo