Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Hvør av teimum íslendsku landsliðshetjunum kann seta umleið eina hálva millión føroyskar krónur inn á sína konto fyri sigurin á Onglandi.

Íslendski miðilin Vidskiptabladid skrivar, at hvør leikari fær nærum 10 milliónir íslendskar krónur fyri sigurin á Onglandi - hetta svarar til einar 540.000 føroyskar krónur.

Og tilsamans fær íslendska fótbóltssambandið 2,5 milliónir evrur frá UEFA fyri sigurin á Onglandi. Tað er loyniligt, hvussu nógv leikararnir fáa, men sambært keldum hjá miðlinum er tað millum helvtina til tveir triðingar av upphæddini.

Er talan um helvtina av fullu upphæddini frá UEFA, so fær hvør leikari nakað yvir 400.000 føroyskar krónur fyri sigurin mánadagin, skrivar TV2.

Men her steðgar tó peningaliga ævintýrið ikki - tí íslendsku leikararnir hava eisini tjent pengar áðrenn dystin móti Onglandi.

Sambært yvirlitinum hjá UEFA, so fær íslendska fótbóltssambandið samlað 2 milliónir evrur fyri úrslitið móti Ungarn og Portugal umframt sigurin á Eysturríki - og harafturat 1,5 milliónir evrur fyri at koma víðari.

TV2 skrivar at er býtislykilin tann sami sum áður nevnt, so hevur hvør av teimum 23 íslendsku leikarunum higartil tjent eitt stað millum 970.000 og 1,3 milliónir føroyskar krónur fyri úrslitini undir EM.

Vinnur Ísland eisini Frakland, so koma aðrar milliónir afturat til fótbóltssamband og leikarar. Eitt pláss í semifinaluni gevur 4 milliónir evrur frá UEFA, og eitt pláss í finaluni gevur sum minimum 5 milliónir evrur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo