At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin strúkur í vindi ella hvassur vindur av vestri, kanska okkurt æl fyrrapart, annars turt og onkrir sólglottar eisini, hitin um 8 stig.

Týsdagin upp í skrið av útsynningi, skýggjað men turt allan dagin og hitin um 9 stig.

Mikudagin fyrst strúkur í vindi ella hvassur vindur av vestri, regn ella vátaslettingur, móti kvøldi fer hann upp í norðan og hann veksur vindin upp í storm, sum frálíður kaldari, niður ímóti frostmarkinum.

Hósdagin lot til frískt lot millum norðan og útsynning, okkurt æl ímóti kvøldi og hitin millum 3 og 6 stig.

Fríggjadagin útnyrðingur, strúkur í vindi, nógv regn fyrrapartin men seinnapartin slítur í og tá vera onkrir sólglottar, hitin 2-5 stig.

Næsta vikuskifit verður eisini umleypandi veður, fyrst kalt og lítil vindur men so verður lýggjari og hann veksur vindi áðrenn hann aftur minkar vindin sunnukvøldi tá tað er kølnað nakað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo