Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

6. desember 1939 – 19. februar 2019.

Tú sást hann tíðum standa framman fyri Hotel Hafnia og taka ímóti gestum.

Heilsaði líka blídliga upp á tey, sum fóru framvið, meðan hann vinaliga og virðiliga tók ímóti bæði komandi nýggjum og fyrrverandi gestum.

Tók hond í viðførið og hevði ofta eina vinsama viðmerking ella skemtiliga søgu, sum var hóskandi til tey fáu fetini av gongubreytini og inn til móttøkudiskin.

So gjøgnumførdur og  tjekkaður og hevði eitt so ótrúligt minni. Hann kendi eina ovurhonds fjøld av fólki um lond, fyri ikki at tala um fólk í Havn og um landið alt.

Sum gløggi lesarin longu hevur gitt, var hesin hjálpsami maðurin hotelstjórin sjálvur, Johan Restorff, sum soleiðis tóktist at kenna øll - og tey hann – og sum eisini kom til sjóndar, táið yvir 900 fólk fylgdu honum til gravar í salinum. Har hann hevði havt sína dagligu gongd alt lívið.

Og sat tú av og á har í nánd av honum, so kundi tú njóta hansara tryggu og breiðu bass rødd. Sum hann ikki hevði frá fremmandum.

Kristnastova
Tað var Petur W. Háberg (1914-1984), sum var við í eini nevnd, ið  skuldi  útvega eitt felagshøli til føroyingar í Kjøpinhavn, har ið landsmenn og kvinnur kundu koma saman til ymsar hentar heimligar hendingar og endamál.

Útvarpið bar tíðindi frá hesi ætlan og fagnaði átakinum. Men hetta vælmeinta felags avrikið bar tíverri onkursvegna ikki á mál og fánaði burtur.

Síðani kom hugsjónarmaðurin, Petur, við einum øðrum hugskoti um, at samkomur kring landið skuldu ogna sær eitt høli við serstøkum sosialum/kristiligum innihaldi og stavnhaldi, har ið ein hurð var opin, sum øll kundu leita til í tørvi.

Hugsað varð fyrst um tey ungu, sum úr Føroyum fóru til Danmarkar at leita upp kunnleika ella arbeiði í styttri ella longri tíð.

Eitt tiltrongt vað og heimligt tilhaldsstað at vitja í  meldrinum í stórstaðnum, sum tá - eins og nú - kundi virka sum ein hvøkkur fyri mong, sum so nýliga vóru farin heiman frá mammu síni.
Hetta var í teim tíðum, tá flogsambandið var avmarkað, og farleiðin í mestan mun var sjóvegis millum londini.

Petur nýtti sítt kristiliga tíðarrit “Lív og Læra” til at lýsa upp um ætlanina og at tala fyri sakini. Blaðið hevur sum so ikki havt sín líka í landinum – hvørki áður ella síðani.

Eitt enda raðhús varð tí keypt á Oxford allé 3 í 1974 til endamálið og seinni tann ljósi bygningurin á Birmavej 36, á Amager, í 1979.

Johan Restorff var frá fyrsta degi av við í nevndini fyri stovnin “Kristnastova” saman við monnum sum John Høj úr Klaksvík, Knúti Háberg, Hákuni Marstein o. ø. úr Havn - kanska tí varð eisini tikið so væl undir við tiltakinum. 

Ættin
Johan var maður, sum breyt upp úr nýggjum, og ikki sørt átøkur langabbanum í evnum og útsjónd, Martin Christian Restorff (1816-1897), “Gamli Restorff” nevndur.

Hesin var nær í slekt við tann kenda sjónleikaran Poul Reumert. Og William Heinesen eisini, sum skemtiliga lýsir henda sama langabba sín soleiðis:
 
“Om denne Alladin af en fløjtende bagersvend, der nød ry for sit bramfri sindelag og sin almindelige rundhåndethed såvel for sin drastiske sproglige opfindsomhed, florerer endnu idag mange anekdoter”.

Skemtari var Johan og lítillátin við, sum táið m. o. Ebba Hentze ynskti honum til lukku við riddarakrossinum og legði hetta afturat: “Tú, Johan, hevur - um nakar - uppiborið at verða heiðraður fyri títt virksemi!”. Tá skakaði Johan høvdinum eitt vet og segði bara, sum so óteljandi ferðir hvønn dag í árinum: “Takk, takk.”

Hotelstjórastarvið
At vera hotelstjóri er framúr krevjandi. At fylgja við í øllum og fáa øll at kenna seg væl, frá leiðslu til hvussu alt varð hagreitt og borðreitt  -  frá storknaðum grýtum til torgreiddan rakstur -  bókhald og innbúgv, umsjón við starvsfólkum og gestunum - ikki minst.

Men sjálvt við hesi nærverandi, avmarkaðu og sorgblíðu minningarorðini ber tó illa til at hugsa um mannin, Johan Restorff, uttan at koma aftur í betri lag. Her er ein søga frá honum úr minnisritinum, “Hotel Hafnia 50 ár”: “Ár 1968, reseptiónin var á 1. hædd, flogrutan var komin. Og ein gestur kemur inn, sum hevði fuktað góman í meira lagi og “stýrdi við ár”; men hann vinnur tó upp trappurnar, sleppur viðførinum, sessast og sovnar.

Johan roynir at fáa lív í mannin, men uttan útslit - annað enn eitt puff – so púra kallass!
Men ikki ber til at hava ein avdotnan sovandi har, sum gestir gingu framvið til matstovuna o.a.

Løgreglan varð tí boðsend, og teir fóru við manninum.

Fyrrapartin, dagin eftir, er maðurin aftur á Hafnia. Hann skrivar seg inn, meðan hann sigur fram fyri seg, so at onnur hoyra tað:

“Noy, nú flyti eg inn á Hafnia! Eg finni meg ikki í, at hotellið, har eg plagi at gista á, sendir boð eftir politinum, sum setur meg í geglið. Nú skifti eg hotell!”

Hesin stamgestur vitjaði Hafnia í minst 15 ár eftir hetta. “Og hevði hann bara ánað, hvør ið tað var, sum koyrdi hann í geglið”, plagdi ein brosandi Johan at siga frá.

Skjótt varð –
Sum ung niðri í Danmark funnu Esther og Johan saman og giftust har. Eitt fyrimyndarligt hjúnalag. So hendingaríkt og virki.

Hon er úr tí hendinga opna og blíða heiminum í Fuglafirði, hjá Trinu-Fíu og Max, har ið øll, ung sum eldri, kendu seg vælkomnan.

Men soleiðis skuldi tað ikki verða longur. “Alt hevur jú tíð sína”.

Eftir at hava hildið diamantbrúdleyp (60 ár) við mongum góðynskjum og heilsanum um lond sjálvan vallentinsdagin, tann 14. februar, vóru boðini eftir honum bara hesar fáu dagar seinni - suðuri á sólskinsoynni, Tenerifa, har tey ofta plagdu at vitja – sær til hvíld og vælveru.

Ein kemur ikki meir at hoyra hansara vælkendu rødd í telefonini: “ Hallo, hallo - alt vell?” Síðani stutt og greitt, hvat ið málið snúði seg um, og helst við onkrari niðurstøðu, og so at enda: “Heilsa!”.

Ein sannur vinur er farin, hann visti hvagar hann fór, og friður veri við minninum um Johan Restorff.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo