Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Mynd: Beinta Haraldsen

Mynd: Beinta Haraldsen

Mynd: Beinta Haraldsen

Sí myndir her  (Myndatøka: Beinta Haraldsen)

Í heystfrítíðini hava tíggju ungir filmsspírar verið á filmsskúlanum Nóllywood í Nólsoy, sum Klippfisk skipaði fyri. Nóllywood hevur síðan 2010 verið á hvørjum ári og hevur havt ein avgerðandi týdning fyri menningina av ungum føroyskum filmsspírum. 

Í ár vóru tað tey bæði Beinta Haraldsen og Andrias Høgenni, sum stóðu fyri Nóllywood. Afturat sær høvdu tey undirvísararnar og vegleiðararnar Jákup S. Thøgersen, Barbaru Hilduberg, Petur Sigurð í Króki og Juliu Rutt Petersen. 

Luttakararnir búðu og arbeiddu saman í eina heila viku, har tey fingu undirvísing í filmsframleiðslu og fingu møguleika at gera film í felag. Fyrstu dagarnar fingu luttakararnir undirvísing í nógvum ymiskum lærugreinum innan filmsframleiðslu, so sum leikstjórn, kamera, ljós, ljóð, framleiðslu, framleiðslusniðgeving v.m. Seinastu dagarnar arbeiddu filmsspírarnir við sínari egnu filmsframleiðslu, har tey høvdu ábyrgd av øllum økjum í framleiðsluni frá byrjan til enda. 

Framleiðslan á Nóllywood 2020 hevur fingið heitið KALL. Hugskotið handan filmsframleiðsluna vóru spurningarnir: Hvør er persónurin, sum velur at skriva sítt nummar á veggin á einum almennum vesi? Og hvør velur at ringja til tað nummarið?  

Sí myndir her  (Myndatøka: Beinta Haraldsen)

Sjónleikarar: Magnus Reinert Gásadal og Bárður Persson

Leikstjóri: Sølvi Næs Hoydal

Framleiðslustjóri: Dina Fríða Poulsen

Leikritshøvundur og upptøkuskrásetari: Anna Joensen-Næs

Fotografur og klippari: Adrian Bech Gaardlykke

Ljóðframleiðsla: Haakon Joensen

Framleiðslusniðgevar: Pól Jóhannus Toftegaard Larsen og Mia Jórunn Lisberg

Ljósmeistari: Brandur Teitsson

Upptøkuleiðari og ljóðviðgerð: Felisia Jógvansdóttir Helmsdal

Søguteknari og framleiðsluhjálparfólk: Tóki Jansson

Fyriskipari og høvuðsleiðari á Nóllywood 2020: Beinta Haraldsen

Høvuðsundirvísari og kreativur leiðari á Nóllywood 2020: Andrias Høgenni

Undirvísarar á Nóllywood 2020: Jákup S. Thøgersen og Barbara Hilduberg

Vegleiðarar á Nóllywood 2020: Petur Sigurð í Króki og Julia Rutt Petersen

Matgerð: Malan Hansen og Kristina Johansen

Stuðlað Nóllywood 2020 hava: Klippfisk, Mentamálaráðið, FK, Hiddenfjord, Dekostovan og Vestpack.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo