Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Fyrsta ferðavinnuætlanin fyri Nólsoynna verður nú løgd fram. Í ætlanini eru 25 átøk, sum ítøkiliga vísa á gongdar leiðir fyri einari spennandi og upplivingarríkari ferðavinnu í oynni. 

Ferðavinnuætlanin verður løgd fram týskvøldið 20. apríl í Royndarhúsinum í Nólsoy.

Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn hava tikið stig til ætlanina, sum Gunnvá Zachariassen hevur skrivað. Hon fer at leggja ætlanina fram á fundinum, og forkvinnan í Vinnunevndini, Kristianna Winther Poulsen, bjóðar vælkomin.

Nólsoyggin hevur í nógv ár verið ferðamál hjá bæði útlendingum og føroyingum. Og Nólsoyggin er serstøk. Anja Hartmann Wardum, leiðari á Visit Nólsoy, lýsir tað soleiðis:

“Nólsoyingar hvíla ótrúliga væl í sær sjálvum, og tað sæst aftur í mentanini her á oynni, sum er skapandi, spælandi og savnandi. Hon ger Nólsoynna serstaka og bygdasliga, men uppá tann kula mátan.”

Skapanarhugurin í Nólsoynni er stórur, og tað sást væl, tá ið Hugskotið saman við Visit Tórshavn skipaði fyri Nýskapan í Ferðavinnuni í Nólsoy. Seks verkætlanir, sum allar hava tilknýti til oynna, hava í vetur arbeitt við at gera teirra hugskot til veruleika, so Nólsoy fær fleiri og breiðari upplivingar til ferðafólk – føroyingar og útlendingar.

Her kanst tú lesa ferðavinnuætlanina fyri Nólsoynna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo