At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Øll Nólsoyggin verður vetrarfriðað í ár. Málið er sera gamalt, arbeiðið byrjaði í 2005. Tað var fyri í býráðnum fyri trimum árum síðan, tá peningur varð avsettur til endamálið, og eftir drúgva viðgerð er málið nú avgreitt og loyst, eftir at sáttmálin varð undirskrivaður á borgarfundi í Nólsoy.

Seyðurin er farin av bønum og nú verður stikað og rulluportur sett í og nakað verður hegnað aftrat. So er Nólsoyggin fullkomiliga vetrarfriðað. Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd, hevur arbeitt við málinum, og tað vóru Annika Olsen, borgarstjóri, og Bjørgfríð Ludvik, kommunustjóri, sum undirskrivaðu sáttmálan vegna kommununa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo