Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Týskvøldið 13. apríl læt Nólsoyar bókasavn dyrnar upp á fyrsta sinni. Í hesum sambandi var almenn móttøka í Nólsoyar skúla.

Nólsoyingar hava í longri tíð ynskt sær almenna atgongd til eitt bókasavn, so tað er gleðiligt fyri bygdafólkið, at hetta umsíðir er vorðið veruleiki.
Nólsoyar bókasavn heldur til í somu hølum sum skúlabókasavnið í Nólsoyar skúla og skal framyvir virka sum ein deild undir Býarbókasavninum í Havn, júst sum Kollafjarðar bókasavn eisini hevur gjørt í nógv ár.

Mong høvdu leitað sær niðan á bókasavnið til upplating og hátíðarhald. Býarbókavørðurin, Vónbjørt Vang, legði dent á, at eitt gott bókasavn eigur at vera opið, atkomuligt og vera karmur um góðar upplivingar í mun til bókmentir, vitan og mentanarligar upplivingar. Hugnaliga bókasavnið úti í Nólsoy hevur góðar karmar til júst hetta og á Býarbókasavninum fegnast tey nú um, at bókasavnstilboð er til enn fleiri borgarar í kommununi. Anfinnur Brekkstein, formaður í Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, helt eisini røðu og handaði bókasavninum eina gávu.

Í sambandi við upplatingina var eisini hátíðarhald fyri navnframa nólsoyinginum, Jens-Kjeld Jensen, sum herfyri vann umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri at varpa ljós á margfeldi í føroysku náttúruni. Børn í Nólsoyar skúla høvdu gjørt eitt vakurt kort, sum tey høvdu myndprýtt við flogkyktum, og sungu tveir sangir fyri virðislønarvinnaranum.

Bókasavnið heldur til í Nólsoyar skúla, og ætlanin er at hava opið fyri almenninginum eina ferð um vikuna, hvørt týskvøld kl. 17.00-18.30. Tað er Bára Traustadóttir, sum frammanundan rekur skúlabókasavnið á skúlanum, sum eisini fer at røkja almenna bókasavnið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo