Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tit eru sjálvandi vælkomin, at siga tykkara hugsan um tiltakið í Nólsoy í gjár, men ein beinleiðis skeivleiki var í greinini. Tit skrivaðu, at nólsoyingar stillaðu seg fyri, so rampan ikki fekst niður. Men tað var faktiskt akkurát umvent.

Nólsoyingar høvdu gjørt kaffi og køkur til manning og ferðafólk á kaiini. Har vóru børn við sjórænarafløggum, gomul fólk og vaksin fólk í góðum lag. Terji Rasmussen hevði latið seg í sjórænarahatt og veirurin, sum var spentur yvirum havnina, var av plastikk. Alt var til stuttleikar og lagið var gott. Men skiparin helt opinbart, at tað vóru ordiligir sjórænarar hann sá á kaiini í Nólsoy. Hann koyrdi tí als ikki rampuna niður, tá hann hevði lagt Ternuna at.

Nólsoyingar gjørdu alt fyri at fáa manningina at koyra rampuna niður, men skiparin vildi ikki. Nólsoyingar ynsktu at fólkið umborð slapp uppá land - har stóðu foreldur á kaiini og bíðaðu eftir børnunum, sum ikki sluppu uppá land. Og nólsoyingar ynsktu, at turistarnir skuldu sleppa aftur til Havnar. Hevði skiparin koyrt rampuna niður beinanvegin, so hevði tiltakið verið liðugt uppá ein hálvan tíma.

Nólsoyingar vildu, at skiparin skuldi koyra rampuna niður, men tað vildi hann ikki. Og hetta var orsøkin til, at Ternan ikki slapp avstað aftur í gjár fyrr enn seint um kvøldið. Tá fann skiparin endiliga útav at lova fólki uppá land - og bilum og fólkum umborð, sum skuldu til Havnar.

Vígdis Bjarnadóttir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo