Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

5 festivalar
25 menn í lederhosen
1 illur feministur
1 snorkadidda
4 heimsfrumframførslur
28 filmar
35 ung føroysk listafólk
2 vilstir útróðrarmenn
30 konsertir
5 proppaðir palllistadagar
7 virðisløntir seyðir
2 operur
5 listaframsýningar
1 eskimologur
21 jauarar

Alt hetta og nógv meira verður at uppliva í Norðurlandahúsinum komandi 176 dagarnar. Hesa vikuna verður várskráin 2016 borin út í øll 17.441 húsarhaldini í Føroyum, og hon er á tremur við mentanartilboðum.

Norðurlandahúsið gleðist um at kunna bjóða øllum okkurt: børnum og ungum, mentanaráhugaðum, politiskum heilum, vísindafjepparum og teimum, sum gjarna vilja uppliva okkurt nýtt og gott.

Har verður tónleikur, palllist, skemt, myndlist, bókmentir, fyrilestrar og ráðstevnur. Altjóða stjørnur framføra, tað fremsta innan norðurlendska filmlist verður víst og sjóneykan verður sett á umhvørvið.

Hyggið í postkassan og lesið, hvat mentanarvárið hevur at bjóða júst tykkum, sigur Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo