Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Visti tú, at vit í Norðurlondum tveita 70.000 tons av plasti burtur á hvørjum ári?

Plast í náttúruni er ein stór avbjóðing fyri umhvørvið - og tað er eitt spennandi og konkret evni at brúka í undirvísingini, so vit saman kunnu gera nakað við trupulleikan.

Tað kann vera trupult at tosa um veðurlag við so nógvum neiligum tíðindum um veðurlagið. Men vit eiga ikki lata tað støðga okkum. Grøna skiftið er ávegis! Og tað hevur størri týdning nú enn nakrantíð fyrr, at unga ættarliðið fær amboð til at taka upp veðurlagsavbjóðingarnar. Veðurlagskappingin - Norðurlendska Plastkappingin sendir næmingarnar út í náttúruna fyri at finna burturkast og savna tað inn. Síðani kappast tey á Norden i Skolen við aðrar norðurlendskar næmingar við umhvørvinum í brennideplinum.

Í hesum døgum hittast heimsins leiðandi politikarar til ST-veðurlagstoppfund í Marrakesh. Saman skulu tey finna fram til leiðreglur fyri søguligu veðurlagsavtaluni, ið varð gjørd í Paris í fjør. Samstundis sum politikararnir samráðast, kunnu norðurlendskir næmingar stinga høvdini saman, og gera góðar veðurlagsavtalur fyri okkara jørð. Á nordeniskolen.org kann flokkurin loysa temauppgávur, har tey sjálvi fáa møguleika fyri at orða tær reglur, ið kunnu verja havið móti dálking.

Samstundis sum Veðurlagskappingin byrjar, leggja vit eisini út nýtt talgilt undirvísingartilfar um plast á læruportalin, nordeniskolen.org. Viðkomandi undirvísingartilfarið og Norðurlendska Plastkappingin, gevur flokkinum atgongd til eina spennandi tilgongd, ið miðsavnar seg um, hvat plast er, hvussu tað dálkar náttúruna og livivilkorini hjá menniskjum, hvussu tað verður niðurbrotið, og hvat vit kunnu gera fyri at minka um brúkið av plasti.

Á nordeniskolen.org kann flokkurin arbeiða við uppgávum, har tey skulu kanna og minka um teirra egnu nýtslu av plasti. Hvat kann brúkast í staðin fyri plast, og hvat verður gjørt við plastið, ið ikki longur verður brúkt? Á læringsportalinum, Norden i Skolen, finnur tú samstarvsuppgávur, har ein norðurlendskur vinaflokkur skal svara somu spurningarnar.

Nýggja undirvísingartilfarið á nordeniskolen.org er egnað til at vera ein partur av natúrfakligu tilgongdini, men kann eisini brúkast tvørfakligt millum mál- og samfelagslæru.

Minst til at vera við í Veðurlagskappingini - Norðurlendska Plastkappingin! Longu nú og fram til 23. mars 2017 kanst tú á Norden i Skolen síggja flottar myndir av plasti, ið er vorðið ruddað. Legg tína mynd út, og les meira á nordeniskolen.org - og vinn 5000 DKK til flokskassan.

Góða eydnu!

Norden i Skolen verður umsitin av Samband Norrønu Felaganna, og verkætlanin verður stuðlað av Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Tíðindaskriv frá nordeniskolen.org

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo