Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í nýggjari frágreiðing frá Vitenskapeligt Råd for Lakseforvatningen í Noreg verður boðað frá, at villi laksurin aldrin hevur verið so hóttur á sítt tilverugrundarlag sum nú, og at talið av laksi er farið niður í eina helvt síðan 1980´ini.

Frágreiðingin ”Status for norske laksebestander i 2020” er døpur og vísir at áirnar í mið-Noreg og á vesturlandinum eru hart raktar. Talið av gýtiførum fiski sum kom aftur í áirnar í 2019 er so lágt sum ongantíð.

Neyvan hevur nakar fiskur í Noreg havt so vánaliga menning sæð í mun til øll tey átøk, ið hava verið sett í verk til at venda vánaligu gongdina. Fisking við gørnum varð bannað í 1980 og aðrir fiskiháttir eru vornir meira og meira reguleraðir og avmarkaðir.

Áður byrjaði fiskiskapurin eftur laksi í byrjan av maj mánaða, meðan støðan í dag er í byrjan í juni og í fleiri áum ikki fyrr enn miskeiðis juni. Í 2019 vóru heili 110 laksáir stongdar fyri frítíðarfisking, og harafturat hava so gott sum allar áir fingið ásett strangar reglur fyri hvussu nógvan laks loyvt er at taka, enntá er tvungið at seta laksin útaftur. Og nógvir frítíðarfiskarar ganga undan og seta sjálvbodnir fiskin út aftur í áirnar. Og óansæð versnar støðan áhaldandi.

Frágreiðingin hjá Vitenskapeligt Råd for Lakseforvaltning vísir til fleir orsøkir at laksastovnurin minkar so álvarsliga, og so at siga allir granskrar og fólk sum arbeiða innan villa laksastovnin eru á einum máli, at skaðiligu árinini frá laksalingini hava verið sera ógvuslig.

Sagt verður at sloppin alilaksur er ein stórur trupulleiki, tó at stórsta hóttanin kemur frá laksalúsini, ið so at siga etur stovnin upp.

Døpru útlitini eru tiðanverri at roknast kann við at villaksurin hvørvur heilt úr áunum. Enn er loyvt við stórum avmarkingum at fiska laks, men talan kann verða um at seta enn herd krøv um støðan heldur áfram.

Hetta vil raka arbeiðspláss, tídningarmiklar inntøkur og trivnað fram við vesturstrond Noregs, og geva vánaligt umdømi fyri Noreg sum alheims kent fyri laksafrítíðarfiskarar.

Hvussu er so støðan hjá villa laksinum í Føroyum? Bert tvær laksaáir eru og man verða rættuliga ivasamt hvussu nógvur villur laksur kemur niðan á vøtnini í Leynum og Saksun at gýta. Uppíbland av sloppnum laksi er allarhelst millum fisk sum kemur á vøtnini, men greitt er tó at støðan við álvarsama áganginum frá alivinnuni, ikki er haldbar fyri framtíðina. Hvørki fyri villa laksin og enn minni fyri stóru dálkingin av firðunum og áhaldandi niðurlaging í lívfrøðiliga margfeldni.

Alivinnan roynir sum skilligt er at promovera seg sum burðardygga, veita føði til økjandi tal av heimsins íbúgvum, heilsugóða vøru, ílegu- og genomkanningar av lívfiski o.s.v.

Tá vinnan veit at støðan ikki er haldbar í longdini, og ikki megnar ella vil leggja um til eina umhvørvistrygga framleiðslu og flyta hesa í lokaðar skipanir, sum annars tekur dyk á seg kring allan heim, og góðtaka eitt lækkandi avkast í byrjan av einari umlegging til lokaðar skipanir, verður bert eftir at politiska skipanin tekur avgerð at verandi vinnuháttur í opnum nótum fær eitt ávíst áramál at umskipa seg. Og verða eingi stig tikin til tess, eigur vikomandi alifelag at missa síni rættindi at ala.

Sum er, er ikki minsti ivi, at verandi aliháttur í opnum nótum ikki er burðardyggur á nakran hátt, og tí skal leggjast um til lokaðar skipanir.

Les her

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo