Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2021 var eitt avlop upp á 10,4 mió. kr. sammett við 6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020.

Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop av vanligum rakstri upp á 10,6 mió. kr. fyrra hálvár í mun til 9 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri.  

Virksemi
Útlánini øktust frá 1.990 mió. kr. til 2.011 mió. kr., ið svarar til ein vøkstur á 1 %.

Innlánini lækkaðu frá 2.469 mió. kr. til 2.453 mió. kr., ið svarar til eina minking á 0,6 %.

Innlánsavlopið var 442 mió. kr. pr. 30. juni 2021.

Gjaldføri og solvensur
Lyklatalið fyri gjaldføri – LCR – var uppgjørt til 274 % pr. 30. juni 2021. Lógin ásetur minstakravið til 100 %.

Pr. 30. juni 2021 var solvensurin 23,1 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,3 %.

- Gongdin fyrra hálvár hevur sum heild verið í samsvari við metingar sparikassans, og samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina, sigur Marner Mortensen, stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo