At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í kvøld frá kl. 19 til 23 verður møguligt at síggja eina heilt serliga Norðoyastevnusending her á VP.

Sí sending her

Sent verður beinleiðis frá stásliga skúlabygninginum á Skúlatrøð, har gestir koma á gátt. Eisini vera reportasjur gjørdar úr býnum, tónleikarar spæla live og Klaksvíkar sjóleikarfelag hevur gjørt aktuelt norðoyastevnuskemt til sendingina.

Skrúðgonga, hornblástur og røður er eisini fastur táttur á norðoyastevnu, og verður tað eisini ein partur av sjónvarpssending. Høvi verður at hoyra og síggja so frægar røðarar sum Solby Christiansdóttir og Símun Absalonsen, ið uttan iva fara at hugtaka okkum og geva okkum eina kenslu av norðoyastevnuhugna.

Seinasta innslagið í sendingini verður ein stór sangløta við Halluri Joensen og øðrum. Í hesum sambandi er eitt sangheftið borðið út til øll húsarhald í Klaksvíkar kommunu, men kann eisini takast niður her.

Sangheftið kann takast niður her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo