Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um vit brúka vit og skil – kunnu vit skapa rúmd fyri øðrum stevnum.

Sum støðan er í løtuni eiga vit at avmarka tiltøk sum savnað nógv fólk. Hetta behøvist ikki at merkja at ØLL stór tiltøk SKULLU avlýsast.

Tað var rætt av fyriskiparunum av G-festivalinum at avlýsa sum støðan er í løtuni og á henda hátt at avmarka smittuvandar.

Støðan kann verða ein onnur tá Ólavsøkan og Summarfestivalurin skullu verða – tí støðan við smittuvanda broytist leypandi.

Tað er frustrerandi at verða noyddur til at avlýsa tiltøk, men at øsa hvønn annan upp gagnar ikki nøkrum.

Endamálið er at AVMARKAÐ smittuvandarnar og tí eiga vit heldur at fegnast um tey tiltøk sum kunnu verða, og ikki seta tiltøk upp ímóti hvørt øðrum. Tað er ikki rætt at siga: “Er eingin Norðoyastevna – so skal heldur eingin Ólavsøka verða...”

Sjálvur var eg sum fyriskipari noyddur at góðtaka at vit máttu avlýsa Sjómannadagin og tað var ikki ein løtt avgerð at taka skal eg heilsað og siga. At vit ikki hava havt Sjómannadag tvey fylgjandi ár svíður eisini peningaliga hjá fleiri (træseglskip, feløg og so fram) – men partarnir skilja støðuna og eingin hevur mukka um endurgjald og tað kunnu vit sum fyriskiparar fegnast um.

MEN - við at avlýsa/avmarkað smittuvandarnar á Sjómannadøgunum eru vit sum fyriskipað kanska við til at gera tað ráðiligt hjá øðrum fyriskiparum at halda sínar stevnur, tí samlaði smittuvandin minkar - hvør veit?

Heldur enn at illgita hvønn annan áttu vit heldur at fegnast um tað frælsi, sum vit í Føroyum hava notið, meðan onnur lond hava verið avbyrgd og fólk í hópatalið hava latið lív.

Sjálvt um eg fái skotið í skógvarnar at verða partamaður løgmanns, so haldi eg at føroysku myndugleikarnir hava valt rættu strategiina, tá teir valdu at kunna fólk um smittuvandar so fólk sjálvi kundu verða ílætin til at síggja vandarnar og sjálvi taka støðu.

Eg vóni so inniliga fyri tey sum elska at halda Ólavsøku at tey fáa møguleika til tað – sjálvur verði eg vónandi sum hjálparfólk á barnalegu vesturi á Zarepta – sum vónandi ikki verður avlýst aftur í ár.

Annars ynski eg øllum eitt gott summar.

John William Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo