Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Higartil hevur afturlatna landið als ikki viljað tosað um nakað koronavirus, men ein fráboðan í almenna tíðindamiðlinum KCNA hevur fingið fleiri at halda, at virusið nú av álvara er farið at gera um seg.

Sagt verður í fráboðanini frá KCNA, at embætismenn "hava sett týndingarmiklar avgerðir um at verja landið ímóti sjúku til viks og harvið elvt til eina álvarsama hending fyri landið, fólkið og trygdina", skrivar tíðindastovan.

Leiðarin, Kim Jong-un skal hava revsað fleiri og skift embætisfólk út.

Norðurkorea hevur ongantíð viljað viðgingið, at koronavirus er í landinum. Men tað halda embætisfólk í Suðurkorea og USA neyvan passar.

Norðurkorea hevur stongt landamørkini, og samhandilin við Kina, sum annars hevur sera stóran týdning fyri landið, er sera lítil nú.

Sagt verður, at heilsuverkið í Norðurkorea er sera lítið framkomið, og fer at hava tørv á hjálp uttanifrá um korona fer at ganga í landinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo