Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri hundrað foreldraleys ungfólk verða eftir øllum at døma noydd til at arbeiða fyri landið í upp til 10 ár.

Í gjár skrivaði almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA, at nógv ungfólk hava sjálboðin "við vísdómi og dirvi í sínum besta unga aldri" valt at arbeiða fyri landið í hesum truplu tíðum.

Men mannarættindafelagsskapir siga, at talan á ongan hátt er um sjálvboðið arbeiði, men at ungfólkini við tvingsli verða noydd at átaka sær vandamikið arbeiði, eitt nú í námum undir jørð, og at hetta kann standa við í upp til 10 ár fyri hvønn einstakan.

- Øll noyðast at taka eitt eyka tak nú, korona hóttir okkum, sigur leiðarin, Kim Jong-Un í einum brævi til fleiri fakfeløg, har hann eisini nevnir, at landið nú hevur størri trupulleikar enn nakrantíð.

ST hevur áður víst á, at neyðin er stór í Norðurkorea, eftir at landið hevur latið landamørkini aftur fyri at halda koronavirusinum úti. Kina er størsti samhandilspartnari hjá Norðurkorea, og av tí at ongar vørur eru komnar hagani leingi svølta tey nógvastaðni í Norðurkorea.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo