At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Norðurkorea hevur í nátt royndarskotið eina rakett sum er so stór, at hon kann hava kjarnorkuløðing umborð. Tað er fyrstuferð í fimm ár, at landið hevur royndarskotið eina so stóra rakett.

Hetta er sjeynda royndarskjóting sum Norðurkorea hevur gjørt bara higartil í ár. Talan er um eina rakett av slagnum Hwasong 12, sum er sama vápn sum Norðurkorea áður hevur hótt við at brúka ímóti amerikanska landøkinum Guam.

USA stúrir fyri, at nógvu royndarskjótingarnar hjá Norðurkorea kunnu vera byrjanin til at landið aftur fer undir royndarskjótingar við kjarnorkuløddum vápnum og langtrøkkandi, ballistiskum rakettum. Í Washington hevur ein embætismaður sagt við journalistar, at USA nú fer at svara "á ein hóskandi hátt", sum hann málbar seg.

Tá USA og Norðurkorea tingaðust í 2018 segði norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, at teir fór at steðga við royndarskjótingunum. Men eftir at tingingarnar steðgaðu í 2019 er Norðurkorea byrjað aftur við sínum royndum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo