Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvær kvinnur sum vórðu fongslaðar í Afganistan í januar, tí tær høvdu tikið lut í eini mótmælisgongu ímóti kvinnukúganini sum Talibanstýrið fremur í landinum, eru nú latnar leysar aftur, skriva BBC og AFP.

Hóast Talibanstýrið fleiri ferðir hevur víst aftur, at tað hevði nakað við handtøkurnar at gera, so var júst málið um tær báðar uppi at venda tá fleiri umboð fyri Taliban herfyri vitjaðu í norska høvuðsstaðnum, Oslo, við tí endamáli at knýta diplomatisk bond og fáa betri samstarv við umheimin.

Enn eru tó fleiri kvinnur horvnar eftir at hava mótmælt, og eisini familjulimir hjá kvinnum sum hava mótmælt.

Taliban lovaði annars, tá teir komu til valdið í august í fjør, at teir fóru ikki at fara so harðliga fram ímóti kvinnunum, sum nógv stúrdu fyri. Sagt verður, at har gentur sleppa at ganga í skúla, er tað onki annað enn tann mest grundleggjandi undirvísingin, sum tær fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo