Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Norskir heilsumyndugleikar ávara nú um eina møguliga smittubumbu, um núverandi gongdin ikki verður bremsað.

Í eini nýggjari meting verður sagt, at dagliga smittutalið kann koma heilt upp á 300.000 um fáar vikur.

- Omikron frábrigdið fer longu í desember at elva til stórt tal av sjúkum, nógvar innleggingar, eitt ovbyrjað sjúkrahúsverk og nógva sjúkrafráveru, sum aftur fer at leggja stórt trýst á alt samfelagið, siga myndugleikarnir, sambært ritzau.

Um verandi gongd heldur fram, so kann talið á nýggjum smittaðum um tríggjar vikur vera millum 90.000 og 300.000 um dagin og talið á nýggjum innleggingum vera millum 50 og 200 um dagin.

Í gjár vóru 358 fólk innløgd við koronu á sjúkrahús í Noregi. Tað er størsta talið síðani koronafarsóttin fór at ganga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo