Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í Noregi umhugsa tey nú at brúka somu mannagongdir sum føroyingar hava brúkt til at kanna korona royndir tiknar av fólki.

 

Kapasiteturin í Noregi at kanna fyri fiskasjúkur er 6.000 til 7.000 kanningar um dagin. Higartil hevur útgerðin ikki verið brúkt til at kanna korona sjúkuna hjá fólki, men tað kann væl henda, at tað verður gjørt, skriva iLaks og NRK.

 

Are Nylund, professari á Lærda Háskúlanum í Bergen sigur, at tað er bara at geva boðini, so verður útgerðin brúkt til at kanna fólk heldur enn fisk.

 

- Tá vit leita eftir ílegutilfari frá einum virusi, so er tað líkamikið um virusið kemur frá fiski ella fólki.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo