Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Myndir frá einum fundi ímillum russiska forsetan, Vladimir Putin og verjumálaráðharran Sergei Shoigu skulu avdúka, at Putin kanska er álvarsliga sjúkur.

Fleiri miðlar hava bitið merki í myndirnar og kroppsmálið hjá russiska forsetanum, og serfrøðingarnir halda, at okkurt er broytt umenn teir ikki duga at siga við vissu, hvat tað er. Tað kann vera álvarslig sjúka, sigur onkur.

Ein teirra er norski Vidar Hansen sum er fyrrverandi løgreglumaður og í dag er serfrøðingur í kropsmáli.

- Hann sær út til at vera klænri og meira ósunnur og kanska fjálturstungin, sigur hann millum annað.

Norski serfrøðingurin heldur, tað er trupult at siga, júst hvat kann vera orsøkin, men hann heldur, at ein frágreiðing er, at Vladimir Putin er undir stórum trýsti, tí tað hevur ikki bara gingið eftir ætlan í krígnum í Ukraina.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo