At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Korona-virusið SARS-CoV-2 og ssjúkan av tí, covid-19, hevur nærum lagt allan knøttin lamnan í hálvannað ár. Virusið hevur higartil kravt 3,8 milliónir mannalív.

WHO ber ótta fyri at skuggatalið helst liggur um 8 milliónir mannalív - antin beinleiðis ella óbeinleiðis av virusinum. Fleiri milliónir stríðast eisini við seinárin eftir covid-19.

Men alheimsfarsóttin er langt frá av globalt, og í fleiri londum leikar virusið í við sama lag.

Hugsanin um, at virusið SARS-CoV-2 er náttúruskapt hevur leingi verið góðtikin. Men seinastu tíðina hava fleiri sett spurt um upphavið hjá virusinum. Eisini administrasjónin hjá Joe Biden forseta ásannar, at hon ikki er heilt vís í um virusið er mannaskapt ella ikki.

- Tað er okkurt sum kundi bent á, at koronavirusið er mannaskapt. Og tað er brúki av kodonum. Kodon er loyniorðið sum avgerð tær einstøku aminosýrurnar í einum proteini, og tað er ikki tilvildarligt hvørjar kodonir verða brúktar í eini organismu. Tað varierar frá organismu til organismu hvørjar kodonir verða tiknar framum. Í SARS-CoV-2 sæst at valið av nøkrum kodonum ikki er tað sum kundi roknast við um hetta kom á natúrligan hátt, so tað kundi sæð út sum er tað gjørt av menniskjum. Men heldur ikki hetta er fellandi prógv um at virusið er mannaskapt, sigur biologiprofessarin Audun Helge Nerland á Klinisk institutt á Universitetinum í Bergen við Nettavísina.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo