Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Europeisk lond hava roynt at minka um krígsóttan í Ukraina-kreppuni, meðan USA hevur verið við til at øsa hann upp, sigur norskur oberstloytnantur og professari.

– Amerikanska fregnartænastan er við at øsa upp ein krígsótta og spurningurin er, hvør stendur aftanfyri slíkt og hvørjum tað tænir, sigur oberstloytnanturin og professarin Tormod Heier við NTB.

Diplomatiið hevur seinastu tíðina arbeitt dag og nátt í eini roynd at halda dialogin heitan millum Russland og Vesturheimin. Meðan evropeiskir leiðarar hava hildið seg til varliga optimismu í royndini at linka um trýstið, hevur tónin verið nógv meira pessimistiskur hjá amerikanarum.

Kontrastin er sera sjónlig, sigur Heier, sum heldur at retorikkurin hjá USA skapar almennan ótta í Europa um at kríggj kann bresta á hvørja løtu.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo