Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

61 ára gamli Walid Abdulrahman Abu Zayed, sum er av palestinskum uppruna, bleiv norskur statsborgari í 1997. Frankaríki royndi í 2015 at fáa hann útflýggjaðan, men tá var hann vardur av norskari lóg. Tað er hann ikki longur, og nú stendur hann til at blíva útflýggjaður.

Tað var í 1982, at hann saman við øðrum framdi eina blóðuga yvirgangsatsókn ímóti eini jødiskari matstovu í París, tá seks vórðu dripin og 22 særd.

Walid Abdulrahman Abu Zayed skal hava verið ein av oddamonnunum í álopinum. Sjálvur noktar hann seg sekan og sigur, at hann als ikki var í París henda dagin.

Times of Israel hevur meira um málið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo