Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hóast atgongd til sild og makrel og svartkjaft í føroyskum og altjóða sjógvi hevur felagið hjá Atlantsfarinum, Northwest Pelagic, vaksandi skuld og mistan eginpening, segði Útvarpið í tíðindunum klokkan 18.

Eitt keypsmynstur hjá feløgum sum hava útlendskar keypsánarar og fiska føroyskar kvotur, segði Útvarpið.

Felagið hevur havt eina vaksandi skuld síðani tað var stovnað í 2009.

Í nýggjasta roknskapinum hjá Northwest Pelagic, ger grannskoðarin vart við, at felagið ikki livir upp til krøvini í vinnufelagslógini. Harafturat verður sagt, at leiðslan skal taka støðu til fíggjarligu viðurskiftini innan 6 mánaðir.

Í roknskaparárinum 2014 er eginpeningurin minus 56 milliónir krónur, og felagið skyldar yvir 150 milliónir krónur.

Sambært roknskapinum stendur felagið Jackson aftanfyri felagið, sum eigur Atlantsfarið, við panti, og er henda fyritøkan partur av aðrari niðurlendskari familjufyritøku, sum eigur eitt pantibræv á 100 milliónir í felagnum.

Rentan er 6 prosent og niðurlendska felagið kann skrykkja teppið undan felagnum við 7 daga ávaring, greiddi Marjun Dalsgaard frá í Útvarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo