Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 10. desember skipar Norrøna Felagið saman við norðurlendingum í Føroyum fyri eini hugnaløtu í Reinsarínum.

Møguleiki verður fyri at kunna seg um hvussu grannar okkara í Norðurlondum halda jól, og hvat tey seta í samband við jólahugna heima hjá teimum.

Norrøna Felagið hevur sett seg í samband við grønlendingar, íslendingar, norðmenn, sviar og danir, sum koma at vísa eitt sindur um hvat hesi serliga seta í samband við jólahugna heima hjá teimum.

Onkur smakkiroynd verður at fáa, hugnaligur norðurlendskur jólatónleikur í hátalaranum, og so hava børnini møguleika at senda bræv við jólaynskjum til Jólamannin. Grønlendingar, sum búgva í Føroyum, taka ein postkassa við, og so syrgja tey fyri, at jólaynskini koma á rætta stað í Grønlandi í góðari tíð undan jólum.

Tiltakið er ókeypis og er frá kl 11.00 til 15.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo