Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvær av notatbókunum hjá Charles Darwin hvurvu á løgnan hátt fyri 20 árum síðani, men brádliga so komu tær afturíaftur, skrivar NRK.

Dýrabaru notatbøkurnar vóru í varðveitslu á Cambridge University í Onglandi, men fyri 22 árum síðani hvurvu tær brádliga eftir at tær vóru fluttar frá eini goymslu fyri at avmyndast.

Hetta var í november 2000. Síðani hevur eingin á universitetinum sæð notatbøkurnar. Fyrr enn nú. Ein dagin lógu tær brádliga á borðinum hjá bókavørðinum á universitetinum Jessicu Gardner, skrivar BBC.

Hvør sum var komin við teimum aftur, er framvegis ein gáta.

Á brævbjálvanum sum notatbøkurnar komu í stóð bert: «Bókavørðurin, gleðiligar páskir, X.»

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo