Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Frá í dag eru nýggj dagstovnapláss til børn í vøggustovu- og barnagarðsaldri tøk at bóka í BARN-skipanini at byrja 15. august 2021 og seinni. Talan er um pláss í fyribilsstovninum Lonirnar í Hoydølum.

Í Lonunum er pláss fyri umleið 30 børnum býtt á 3 stovur.

Dagstovnatilboðið í Lonunum í Hoydølum verður skipað sum ein móttøkustovnur. Tað merkir, at plássini í Hoydølum eru fyribilspláss, og at foreldur, ið bóka pláss í Lonunum í Hoydølum, sostatt eisini skulu bóka barninum fyrsta tøka plássið á øðrum stovni.

Heilt ítøkiliga er mannagongdin tann, at tá barnið hevur fingið pláss í Lonunum í Hoydølum, skulu foreldur skjótast gjørligt bóka sær fyrsta tøka plássið á øðrum stovni. Vísir einki pláss seg at vera tøkt til tað tíðarskeiðið, foreldrini ynskja, skulu tey bóka fyrsta tøka plássið og samstundis seta barnið á ynskilistan til eina ávísa byrjanardagfesting.

Gev gætur, at ynskilistin er ikki tað sama sum at bóka eitt pláss, og at tað altíð er neyðugt at bóka fyrsta tøka plássið á øðrum stovni.

Útbygging av Miðstovninum eftir summarfrítíðina
Samstundis sum Lonirnar lata upp, fer arbeiðið at byggja út Miðstovnin í Kongagøtu í gongd eftir summarfrítíðina. Tá útbyggingin er liðug, verða fleiri tøk pláss. Arbeiðið væntast liðugt fyrst í komandi ári, og plássini verða boðin út, tá hetta nærkast. Tað ber tó longu nú til at seta seg á ynskilistan til Miðstovnin.

Hetta merkir samstundis at upprunaliga ætlanin um fyribils at flyta Dagstovnin á Argjum í Lonirnar í Hoydølum er slept.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Snarskivuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo