Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Danska stjórnin hevur eftir áheitan frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, játtað 25,5 milliónir krónur til havgransking í Norðuratlantshavi næstu fýra árini.

Granskingarráðið umsitur játtanina og lýsir nú eftir umsóknum til fyrsta part av granskingarskránni, sum er 4 milliónir krónur í ár.

Edmund Joensen hevur í mong ár arbeitt fyri umhvørvis- og veðurlagsgransking. Seinast hann hevði sæti á Fólkatingi vóru slakar 20 milliónir krónur játtaðar til havgransking tær báðar seturnar hann var valdur. Stuðulin til havgransking datt tíanverri niðurfyri, tá Edmund Joensen ikki varð afturvaldur í 2015. Hann tók málið upp aftur, tá hann var valdur á Fólkating aftur í 2019, og hevur fingið játtað 25,5 milliónir krónur til havgransking í Norðuratlantshavi.

Játtanirnar frá fyrru setunum hjá Edmundi Joensen hava fíggjað fleiri ph.d. og post.doc. ritgerðir, og nú ber aftur til at søkja pening til nýggjar verkætlanir.

Á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum er kunning og vegleiðing um, hvussu søkt verður eftir stuðli.

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/studul-til-havgransking-leysur-at-sokja/.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo