Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Grannaløg og eigarafeløg kunnu nú søkja Tórshavnar kommunu um stuðul til at skipa, hugna um og halda ólavsøku í ymisku grannaløgnum í kommununi.

Til ber hjá hvørjum einstøkum eigarafelagi ella grannalagi at søkja um upp í 10.000 krónur í stuðuli. Umsóknirnar verða viðgjørdar soleiðis, at grannaløgini verða spjadd væl í býnum.

Søkt verður um stuðulin til at halda ólavsøku í grannalagnum HER.

Peningurin verður fluttur umsøkjaranum eftir ólavsøku, tá ið kvittanir fyri útreiðslur eru sendar kommununi. Kommunan sendir eina váttan, um grannalagið fær játtað stuðulin, og hvussu nógv verður játtað.

Peningurin kann nýtast til at leiga ella keypa tjald, grill, ljósperur, hátalarar, beinkrir og undirhald. Stuðulin kann ikki nýtast til mat og drekka.

Grannaløgini binda seg til og hava skyldug til at rudda upp eftir sær, tá ið ólavsøkan er av.

Seinasta freist at søkja um stuðul til at halda ólavsøku í grannaløgum er sunnudagin 12. juli. Ein persónur skal standa sum umsøkjari fyri einstøku grannaløgini. Kort yvir øki, sum fáa stuðul, verður tøkt á heimasíðu kommununnar.

Stuðulin til at halda ólavsøku í grannaløgum er eitt tilboð til grannaløg og eigarafelag, men talan er á ongan hátt um eitt krav, men tað stendur øllum frítt at søkja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo