Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Frælsi skipar, við stuðli frá vinnufyritøkum í Vágum, Sørvágs- og Vága kommunu og ABC fyri sálarheilsu, fyri Gang og Renn fyri heilsuna í Vágum.

Luttakararnir í tiltakinum møta leygarmorgnar kl. 10:00 hjá kommunu ella fyritøku og fara ein túr til gongu og/ella renna ein hálvan tíma, 15 min út og 15 min aftur.

Tiltakið er hugsað sum eitt rørslutiltak, ein møguleiki at koma út á ymisk støð, ganga og renna saman og samstundis hitta fólk til eina hugnaliga løtu.

Fyrsta og seinasta leygardagin eru tað kommunurnar, sum eru vertir og tær bjóða morgunmat aftaná túrin. Hinar dagarnar eru tað fyritøkur runt um í oynni, ið eru vertir.

Tiltakið er skipað soleiðis, at vit koma runt alla oynna. Hvør leygardagur er ein lutaseðil. Fleiri leygardagar tú luttekur til Gang og Renn, fleiri lutaseðlar hevur tú við í lutakastinum, sum verður leygardagin 10. oktober, ið eisini er seinasta Gang og Renn tiltakið á hesum sinni.

Vit byrja hjá Sørvágs kommunu leygardagin 16. mai kl. 10:00 á Stakka.

Vitjað heimasíðuna hjá Frælsi fyri at fáa nærri kunning um Gang og Renn, umframt onnur tiltøk og venjingar hjá Frælsi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo