Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað skal eingin ivi vera um, at síðani við skúlaársbyrjan 2018 havi eg notið gott av at hava gingið á Námsvísindadeildini, og havi eg verið til góða og vælskipaða undirvísing.

Men við tí søta er altíð okkurt súrt, og við tí sagt, eru tað nøkur viðurskifti, sum eg haldi vera sera ørkymlandi.

Ein fyrrverandi floksfelagi gavst og lýsir sína uppliving so: Eg upplivdi har, hvat vantandi stýring, trivnaður og kunning kann gera við lesandi. Millum teirra lesandi har var fyrst ein logandi brandur. Eitt brennandi ynski eftir lærarayrkinum. Men brandurin gjørdist, sum frá leið, til bert eina lítla glóð, fyri síðani at slokna fullkomiliga. Nøkur lesandi valdu at gevast, av teirri orsøk, at "hetta var altso ikki eitt nøktandi støði fyri eitt universitet". Alt hetta orsakað av, at lesandi kendu seg ótrygg, viðfarin á skeivan hátt og til tíðir ikki at vita, hvat morgindagurin hevur at bjóða.

Í mínari verð skal hetta ikki lata seg gera, og sjálvur havi eg verið nær við at gevast í fleiri umførum, og eisini samstundis, sum eg skrivi hetta, liggur tankin og lúrir!

Eftir míni meting er trupulleikin m.a. tann, at sum lesandi eru vit ikki tryggjað dygdargóða og vælskipaða undirvísing.

Í summum skeiðum verða undirvísarar settir við stuttum skotbrái, og hava teir ikki fingið tíð at fyrireika seg.

Hetta er sjálvsagt ikki teirra skuld, men tað tykist sum, at ein av orsøkunum til tað er, at teir ikki hava nakað tilfar/námsætlan (studieordning) at styðja seg við, og tískil verður tað óneyðuga trupult hjá teimum at fyrireika undirvísingargongdina.

Hetta ávirkar á tann hátt, at skeiðslýsingar ikki eru klárar áðrenn skeiðið byrjar, sum tær skulu vera, og tískil veit ein sum lesandi einki um skeiðið.

Tí er tað ein trupulleiki at skeiðini, sum verða boðin út, ikki hava undirvísarar í føstum starvi.

Tað sama ger seg galdandi á linjulærugreinunum.

Av tí sama havi eg ta fatan, at undirvísingin verður skipað alt eftir, hvør undirvísarin er, og harvið ikki eftir eini greiðari ætlan fyri útbúgvingina.

Og tá kann henda at góðskan ikki verður nøktandi.

Tí er mín meting, at sum góðskutrygging skal útbúgvingin hava eina námsætlan fyri hvørt skeið sær.

Hendan námsætlan skal greitt lýsa øll viðurskifti, sum hava við skeiðið at gera, s.s. innihald, hvussu stórur dentur verður lagdur á fakligar førleikar og eisini hvussu nógv didaktikkur/fakdidaktikkur skal fylla.

Harumframt eina frágreiðing, sum lýsir, hvussu próvtøkan fer at vera, og hvussu skeiðið annars er skipað.

Hetta hevði verið ein sera góð trygd hjá mær sum lesandi, og hevði hjálpt tá undirvísarar koma inn bráðfeingis.

Til samanberingar kann nevnast, at í Danmark kom ein nýggj studieordning í 2019, og er hon yvir 400 síður, og í Føroyum hava vit onga.

Tað tættasta er ein námsskipan, sum yvirskipað lýsir útbúgvingina, men tað kann ikki brúkast í mun til áðurnevnda trupulleika.

Viðvíkjandi námsskipanini, so er hon ikki at finna alment og er tað tí, at eingin nýggj kunngerð er sett í gildi.

Tað merkir so, at kunngerðin, sum enn er galdandi, ikki verður fylgd.

Aftur merkir tað, at um ein persónur ætlar at søkja á læraraskúla, so er einki tilfar at finna um útbúgvingina, undantikið ein stutt lýsing av bygnaðinum í nýggja leistinum at skipa útbúgvingina.

So alt í alt er eingin kunngerð fyri núverandi útbúgvingarskipan, eingin galdandi námsskipan og ongar námsætlanir.

Tað kann eitt universitet ikki bjóða!

Til tíðir havi eg eina kenslu av, at sumt av undirvísingini bara snýr seg um tað fakliga, og at tað didaktiska manglar.

Tí má eg seta spurningin, um tað er nøktandi, at undirvísarar einans hava fakligar førleikar fyri at undirvísa okkum, men at teir eisini annaðhvørt vóru útbúnir fólkaskúlalærar ella onkursvegna hava innlit í fólkaskúlan og í børn og ung í fólkaskúlaaldri.

Alment hevur ymiskt verið frammi um læraraútbúgvingina, so neyvan eri eg einsamallur um at halda, at okkurt ikki ruggar rætt innan hetta økið.

Í samgonguskjalinum stendur m.a. at “Skipanin við Fróðskaparsetrinum verður endurskoðað, og lærara-, námsfrøðinga- og sjúkrarøktarfrøðinga-útbúgvingin verður eftirmett.”

Eisini stendur í grein í Skúlablaðnum frá 31/07/2019, at formaðurin í Føroya Lærarafelagi ivast í ymsum viðurskiftum viðvíkjandi læraraútbúgvingini, og til endans stendur:

“Nú 150 ára dagurin hjá læraraútbúgvingini í Føroyum nærkast, er eitt gott høvi at fáa útbúgvingina aftur á beint.”

Eg haldi, at arbeiðið við at fáa útbúgvingina á beint skal byrja við einari eftirmeting nú!

Sonni Johnsson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo