Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í seinasta vikuskiftissosialinum, heitti Bárður á Steig Nielsen, Føroya løgmaður, á allar føroyingar um at standa saman um Føroyar og føroyskt vinnulív í summar.

Fyri okkum sum prentsmiðja og grafiskt framleiðsluvirki, er hetta einki minni enn eini gleðiboð. Í Føroyum eru bara einar tvær prentsmiðjur eftir og umframt at kappast hvør móti aðrari, á jøvnum føti, kappast tær eisini í móti útlendskum prentsmiðjum.

Nógvar av útlendsku prentsmiðjunum, hava munandi lægri lønarlag enn Føroyar, men tað hevur ikki forðað okkum í at trúgva uppá, at føroyskir prentlutir, á føroyskum máli, skrivaðir og sniðgivnir av føroyingum, eiga sjálvandi at verða prentaðir í Føroyum.

Er talan bara um prís, er ikki vist, at nakar í Føroyum sleppur aftur til arbeiðis. Tað fara helst altíð at verða lond, ið veita vørur og tænastur, sum eru bíligari enn vit sjálvi.

Boðskapurin frá løgmanni er ein kærkomin áheitan á okkum øll. Tað besta sum kann henda er, at vit gerast meira tilvitaði um hvat vit keypa og hvør ið upprunin er. Tí nú er tann stundin komin til handa.

Jon Hestoy, stjóri
Føroyaprent

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo