Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tilmeldingin til Ung í arbeiði lat upp klokkan 10 í morgun. Seinasta freist at søkja pláss er fríggjadagin 11. juni 2021 kl. 13.

Tórshavnar kommuna bjóðar aftur í ár ungdóminum at gera smærri umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annars fríðka um kommununa. Arbeiðið gongur fyri seg í tveimum tíðarskeiðum:

  • fyrsta tíðarskeiðið byrjar 28. juni og endar 9. juli
  • seinna tíðarskeiðið byrjar 12. juli og endar 23. juli

Tú kanst lesa alt um Ung í arbeiði og skráseta teg á síðu okkara um Ung í arbeiði, sum tú finnur her: Ung í arbeiði. Á somu síðu ber til at senda inn arbeiðsuppskot til Ung í arbeiði.

Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin er 6 tímar um dagin frá kl. 9 til 15, fimm dagar um vikuna.

Áhugin fyri at vinna nakrar krónur í summarfrítíðini er altíð stórur hjá ungdóminum. Vanliga fær áleið helmingurin av teimum, ið skráseta seg, boðið arbeiði.

Bólkaleiðarar kunnu eisini søkja. Hetta eru vaksin millum 25-35 ár, sum leiða arbeiðið saman við samskiparanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo