Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú er 10. hvør føroyingur kannaður fyri koronasmittuna.

 

Sambært Hagstovu Føroya búgva í løtuni 52.199 fólk í Føroyum, og nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk, ber til at staðfesta, at í alt 5.299 føroyingar eru kannaðir.

 

Tann fyrsta coronakanningin í Føroyum varð gjørd tann 28. februar, og síðani 3. mars hava verið kanningar gjørdar hvønn einasta dag. Tað hevur verið ymiskt, hvussu nógvar kanningar hava verið gjørdar hvønn dag. Tann 18. mars vóru gjørdar í alt 339 kanningar, og hetta er met higartil.

 

Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum lata seg kannað. Hyggja vit nærri eftir aldursbýtinum, so eru flestar kanningar gjørdar í aldursbólkinum 40 til 49 ár.

 

Øll hagtølini kunnu lesast á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og á corona.fo

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo