Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umleið 5,5 prosent av øllum føroyingum eru nú koppsettir ímóti koronu. Hesum boðar Heilsumálaráðið frá, eftir at koppsett varð á Sandoynni, í Havn og í Klaksvík í gjár.

Tilsamans 249 vórðu koppsett í gjár, og sostatt eru nú 2.912 føroyingar koppsettir fyri koronu.

Seta vit tað í lutfall til onnur lond ber til at staðfesta, at Føroyar eru frammanfyri Danmark, har samanumtikið fyri alt landið tilsamans 3,4% vórðu koppsett eftir koppsetingarnar sum vórðu gjørdar seinnapartin í dag. Í Íslandi vóru tilsamans 2,4% koppsett eftir dagin í gjár.

Tó eru onnur lond, ið eru komin nógv longri, eitt nú Ísrael, har nærum 40% av íbúgvunum eru koppsettir og Sameindu Arabisku Emiratini, har umleið 24% eru koppsett. Í USA eru 5,8% koppsett og í Stórabretlandi smá 9%.

Verða allir borgarar heimsins tiknir við sær ikki so gott út. Einans 0,77% av øllum heimsins borgarum vórðu koppsettir tá gjørt var upp seinnapartin í dag, sambært Our World in Data.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo