Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Yvir 7 milliónir fólk eru nú staðfest smittað við koronavirus í USA, tað vísa nýggj tøl frá Johns Hopkins stovninum.

USA er tað landið í heiminum, sum hevur flest smittað, harnæst koma India og Brasil, har ávíkavist 5,8 og 4,7 millónir fólk eru staðfest smittað.

Hetta eru eisini londini, har flest fólk eru deyð við koronu. Samlaða talið fyri tey trý londini er nærum 450.000 fólk. Tað er nærum helvtin av øllum í heiminum, sum eru deyð við koronu.

Tað hoyrir við til søguna, at hetta eisini eru nøkur av fólkaríkastu londunum í heiminum.

WHO stúrir fyri, at nógv fleiri fara at doyggja, áðrenn ein vaksina verður funnin. WHO heldur, at tað er sannlíkt at yvir tvær milliónir fólk fara at doyggja við koronu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo