Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heislumálaráðið: Nú eru allar kanningar, sum vórðu gjørdar leygardagin 8. august og sunnudagin 9. august, liðugt greinaðar. Millum kanningarnar, sum vórðu gjørdar leygardagin, vóru 7 tilburðir staðfestir. Millum tær 2269 kanningarnar, sum vórðu gjørdar sunnudagin, eru nú í alt 10 tilburðir staðfestir.

Millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, er longu ein tilburður staðfestur. Enn hevur Landslæknin ikki endaliga yvirlitið yvir, hvussu nógvar kanningar vórðu gjørdar í gjár, men talið av kanningum liggur í øllum førum omanfyri 1000.

Sostatt eru 99 persónar staðfestir smittaðir í løtuni.

Heitt verður á tey kannaðu um at vísa serligt varsemi, til endaliga kanningarúrslitið er tøkt.

Kanningar

Dato fyri kanning Kanningar Positivar Bíða eftir úrsliti
03.08.20 717 2  
04.08.20 948 14  
05.08.20 2286 38  
06.08.20 2804 16  
07.08.20 4521 11  
08.08.20 3462 7  
09.08.20 2269 10  
10.08.20* 1000+ 1 1000+

*Kanningar frá 10. august eru ikki liðugt greinaðar enn. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo