At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum døgum eru álvarsamar ákærur at hóma um framferðina hjá KVF, har gjørdar verða sendingar um persónar, ið ikki verða spurdir ella verða bidnir um at koma í fjølmiðilin at greiða frá sínum sjónarmiðum.

Seinast síggi eg Christian Andreasen verða ákærdan um ymist, sum sambært honum sjálvum ikki er rætt!

Áður er Jacob Vestergaard hongdur út fyri mangt og hvat, men hann verður heldur ikki biðin um at koma í KVF at greiða frá sínari søgu.

Eg veit ikki, um Jacob ella Christian hava rætt í sínum pástandum, men sum eg dugi at síggja støðuna, so er í løtuni rættuliga neyðugt at seta ein "kanningarstjóra" at hyggja nærri at arbeiðshátti og ákærupolitikki hjá KVF.

Hetta er jú ein partur av "fólksins ogn", og teirra persónligi politiski holningur eigur ikki at stýra fjølmiðlinum!

Eyðun Mohr Viderø
22.10.21

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo