Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá 9. februar eru allar avmarkingar, sum vórðu settar í gildi í Svøríki vegna korona smittuna, tiknar av aftur. Hesum hevur forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, boðað frá.

Hon segði samstundis, at hetta merkir ikki, at korona vandin er púra burtur. Og serliga tey sum eru gomul og í vandabólkum eiga framvegis at vera varin, serliga um tey ikki eru koppsett.

Eisini skulu tey, sum eru sjúk ella illa til passar enn sum áður vera heima.

Svøríki hevur alla tíðina havt eina øðrvísi tilgongd enn flest øll onnur lond á okkara leiðum. Hinvegin bendir okkurt á, at ein hægri prísur er goldin har av tí sama. Í Svøríki, har umleið 10 milliónir fólk búgva, eru gott 16.000 fólk deyð við korona. Í Danmark, har smáar 6 milliónir fólk búgva, er sama tal beint undir 3.800 fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo