At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tílík skelti eru púra vanlig í Danmark

Tílík skelti eru púra vanlig í Danmark

Tílík skelti eru púra vanlig í Danmark

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, at málið um forboðsskeltingina í sambandi við grótkoyringina gjøgnum Havnina, nú alt er fløkt inn í danska jura.

- Fyrst var skeltið skeivt, tí ein viðfestivognur hekk uppií einum lastbili. Nú er ikki samsvar millum skeltið og tíðaravmarkingina í undirskeltinum, samsvarandi eini danskari lógarkunngerð um vegamerkingar.

- Vit hava sum vegamyndugleiki havt fundir við løgregluna, sum er ferðslumyndugleiki. Var nakað sum helst høpi í, kundi løgreglan í minst lagið beinanvegin havt upplýst, hvussu skeltast skuldi á rættan hátt.

- Tað hevur løgreglan framvegis ikki gjørt. Ístaðin verður málið vavt upp í danska jura, sum ongum endamáli tænir, uttan at forða ella seinka kommununi at veita borgarunum ta trygd og ta tænastu, vit skylda teimum.

- Tað er løgreglan, sum í praksis skal syrgja fyri, at forboðini verða hildin. Náttararbeiði vil mann eftir øllum at døma sleppa undan, tí fer mann til Danmarkar at leita eftir hóskandi paragraffum at fløkja málið við.

- Í øðrum lagi meta vit, at hetta er ein total yvirtulking av einum donskum “bekendtgørelse”, tí vit meta, at eitt forboðsskelti saktans kann avmarkast við eini tíðaráseting – hetta er hartil púra vanligt í Danmark.

- Vit hava mong dømi um hetta, sum vit kunnu vísa løgregluni. Men nú er jura komin í málið og vit og okkara ráðgevar eru alt annað enn samd í tulkingini hjá løgregluni.

- Vit meta, at greinin um, at eitt forboðsskelti ikki kann víðkast við eini tíðaravmarking, saktans kann tulkast soleiðis, at forboðið bara er galdandi fyri ávís tíðarskeið. Talvan, vit brúka, er heldur ikki beinleiðis nevnd í lógini, og tí má tíðaravmarkingin vera loyvd.

- Tað hevði tænt løgregluni betur at ráðgivið rætt, heldur enn við tilvildarligari tulking av danskari jura á økinum at vinda málið upp í fjølmiðlunum.

- Málið er rættiliga einfalt – ein partur av okkara borgarum fær ikki náttarfrið. Tað er skylda løgreglurnar saman við okkum at tryggja teimum teirra rættindi.

- So er bara hjá løgregluni sum ferðslumyndugleiki at koma við rættari ráðgeving, heldur enn at fløkja málið til í fjølmiðlunum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo