Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Røða, sum Jenis av Rana, mentaráðharri, helt í sambandi við vígsluna av skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík leygardagin 30. mai 2020

Góðu dagin, øll tit, ið hava leitað higar í dag til hesa hátíðarløtu.

Fyrst av øllum fari eg at ynskja serliga klaksvíkingum, men eisini okkum øllum, hjartaliga til lukku við nýggja og avbera stásiliga skúlanum.

Eg var her fyri júst trimum mánaðum síðani, tá í sambandi við FM í íverksetan fyri skúlanæmingar. Vit vitjaðu tá aðrastaðir í Klaksvík, m.a. á tekniska skúla og á Sjónám, og blíðskapurin var framúr, ikki minst á Býráðsskrivstovuni.

Dagurin endaði her, í nýggja skúlanum, sum tá var eitt byggipláss. Men longu tá var talan um eina ófatuliga góða uppliving. Teir báðir skilamenninir, Jógvan, býráðsformaðurin og Svend, projektleiðarin, vístu runt. Bert tað at koma úr kalda vetrardegnum inn í skúlan, ið bert er upphitaður av sjóhita, var framúr. Av sonnnum eitt valaverk, tykkum øllum til størsta heiður.

---

Skúlabygging er ikki nøkur løtt uppgáva, tað kenna vit jú alt til í hesum døgum. Hon er kostnaðarmikil, og má verða væl umhugsað bæði í mun til hølisstødd, serstovur, kantinu, arbeiðsumstøður hjá leiðslu- og lærarum og ikki minst ta undirvísing, sum skúlin ynskir at leggja dent á.

Men eg ivist onga løtu, at vit øll, tá vit hava havt høvi at vitja runt her í dag, verða samd um, at her er sera væl frágingið og avbera væl eydnast

---

Skúlin í Klaksvík hevur gjøgnum árini verið í nógvum útgávum.

Kona mín, ið er er uppvaksin her í Klaksvík,  minnist fyrstu skúlaárini í tí sum tá kallaðist Klaksvíkar skúli, sum verandi ein ferð úr einum hølum í annað.

Í mong ár hava tit havt Skúlan á Ziskastøð og Skúlan við Ósánna. Lið um lið, men tó atskildir.

Í 2016 bleiv felagsnavnið Skúlin á Skúlatrøð. Og í dag hava tit so fingið hendan stásiliga felagsbygningin.

Ein felags bygning, sum savnar allar traðrirnar.

Ein felags bygning, sum savnar allar traditiónirnar, allar førleikarnar og allan ymiskleikan.

Ein felags bygning, sum savnar allar lærarar, øll foreldur og allar næmingar.

---

“Jamen, hví brúka so nógvar pengar og tíð upp á ein bygning? Ein bygningur er bara ein bygningur”, siga nøkur.

Nei, ein bygningur sum hesin skúlabygningurin, er ikki bara ein bygningur.

Hetta er karmurin um størsta tilfeingið, vit eiga. Hetta er karmurin um okkara børn og ung, framtíð Føroya. Hetta er íløgan í tað virðismiklasta vit eiga, børn og ungdóm okkara.

Nú hava vit fingið karmarnar, nú er tað upp til næmingar, lærarar og leiðslu at fylla hesar. At fylla karmarnar við arbeiðssemi, kreativiteti, nýhugsan og ikki minst trivnaði og tryggleika. 

---

Mín stórsta vón og bøn er, at næmingarnir her, umframt at læra og fáa vinir fyri lívið, fara at minnast við gleði aftur á tíðina, tá tey gingu her. At tey fara at minnast skúlan á Skúlatrøð sum eitt trygt skjól í lívisins mangan harða meldri. Eydnast tað, er øll íløgan, alt stríðið, hvør sveittadropi og hvør svøvnleys nátt, vunnin margfalt aftur.

Eins og testing, testing, testing hevur verið drívmegin í bardaganum móti coronasmittuni, eigur endamálið í hvørjum skúla at verða trivnaður, trivnaður og aftur trivnaður.

Leggur tú lunnar undir ein framúr næming fyri og annan eftir, verði tað seg í vinnuni, mentanini, innan trúarlív ella vísind annars, men missir hin eina næmingin, er málið ikki rokkið. Málið má vera einstaki næmingurin. At veita honum og henni tað friðskjól, sum nøkur teirra tíverri sakna og longjast eftir, í skúlanum.

------

Eg fari at enda við enn einaferð at takka Klaksvíkar kommunu og øllum klaksvíkingum fyri eina djarva og skilagóða íløgu í hesar frálíka góðu undirvísingarligu karmar, sum tit her hava skapt.

Takk fyri, at eg varð boðin við at hátíðarhalda dagin saman við tykkum øllum, tað er mær ein heiður.

Hjartaliga til lukku og Gud signið tykkum í arbeiði tykkara í skúlanum á Skúlatrøð.

Fleiri myndir á Norðlýsinum - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo