At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

SEV: Løðistøðirnar á flogvøllinum eru tær síðstu almennu løðistøðirnar, sum eru settar upp sambært ætlanini um løðistøðir til elbilar, sum var sett út í kortið fyri hálvum øðrum ári síðani. Á flogvøllinum eru settar tvær løðistøðir, sum kunnu løða fýra bilar í senn, harav er tann eina ein skjótløðistøð.

Nú eru tilsamans átta almenn støð í Føroyum at løða elbilar. Talan er um tilsamans átta sonevndar Quick Charge løðistøðir, sum kunnu løða tveir elbilar í senn upp á 80 prosent eftir umleið 20 minuttum, og tað er munandi skjótari, enn eldru løðistøðirnar vóru førar fyri. Harumframt eru settar upp tvær vanligar løðistøðir, sum brúka eitt sindur longri tíð at løða bilin, alt eftir hvat slag av elbili talan er um. Hesar báðar løðistøðir seru settar upp saman við skjótløðistøðunum í Tórshavn og á Flogvøllinum.

Fyrsta skjótløðistøðin var sett upp í Klaksvík stutt undan jólum í 2015, og síðani eru løðistøðir settar upp við Streymin, á Tvøroyri, í Havn, í Vestmanna, á Sandi, í Runavík og á flogvøllinum. Samanumtikið kunnu 20 elbilar løða í senn á almennu løðingarplássunum kring landið.

Tá fyrsta Quick Charge løðistøðin var sett upp í Klaksvík, var í roynd og veru talan um eitt týðandi stig á grønu kósini, tí tað var fyrstu ferð, møguligt var at fara t.d. úr Havn við elbili til Klaksvíkar, har bilurin kundi løðast eftir stuttari tíð á almennum staði fyri at koyra úr Klaksvík aftur.

SEV metir løðistøðirnar vera ein týðandi lið í tilgongdini at elektrifisera Føroyar á grønu kósini frameftir, sum hevur til endamáls, at í 2030 skal øll orka á landi koma frá elorku, sum stavar frá varandi orkukeldum – vatni, vindi, sjóvarfalli og sólorku.

Yvirlit yvir løðistøðirnar í Føroyum finst á Kortal.fo við at velja “Grøn orka” á breddanum til høgru og síðani trýsta á “Løðistøðir til elbilar”. Eisini ber til at kunna seg um løðistøðir í Føroyum á heimasíðuni Uppladdning.nu og síðani velja Føroyar á landakortinum á síðuni. Sí leinkini niðanfyri.

http://www.kortal.fo/

http://uppladdning.nu/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo