Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Spenningur í dag, nú trúðvirðið hjá løgmanni skuldi standa sína roynd. Fyri viku síðani hótti hann tingfólk við nývali, verða uppskot samtykt, sum hava meirútreiðslur við sær.

Flestu mundu tó fata orð løgmans sum skemt. Higartil hevur hann bara verið sporadrongur fyri Tjóðveldi og Framsókn.

Sami maður, sum síðani september 2015 hevur voksið almennu útreiðsurnar við 1000 milliónum og økt skattir og  avgjøld við meira enn hálvari milliard.

Skinklarin

Men kortin var ein, sum skinklaði í brókunum, tá atkvøðast skuldi um at játta 20 mio kr árliga til Landsverk at bøta uppá landsvegakervið, sum alt er farið í vanrøkt.

Uppslitið asfalt, brýr til niðurdettingar, rustaðar og skeivar bilverjur, tunlar uttan skróting og viðlíkahald - ja, so galið, at Gásadalstunnilin er vorðin eykalutaleverandørur til Kollfjarðartunnilin. Viðlíkahaldslistin er óendaligur, og sambært Landsverki mangla nú minst 300 mio kr í eingangsjáttan, bara fyri at koma á slætt aftur...!

Øll sanna, at her má okkurt gerast, skal upptøkan ikki gerast púrasta ómøgulig.

Tí var sannlíkt at uppskotið um árliga meirjáttanin uppá 20 mio kr næstu 10 árini átti meiriluta á tingi.

Telefonin ringdi
Men her kom sjálvstýrarin samgonguni til hjálpar. Telefonin ringdi var undanførslan? Og so var tað eisini at vísa fíggjarligt skynsemi, sum tingmaðurin annars hevði at siga tíðindakvinnuni, sum helt mikrofonini, meðan Kári Post kundi smoyggja sær undan nærgangandi spurningum.

Sami maður, sum vavdi Eystiroyartunnilin í ein ellubita, og sum ikki blúgvaðist við at handa alla verkætlanina til danskar íleggjarar, sum ætlaðu sær í heilan mansaldur at spinna 100-tals milliónir úr undirsjóvarfarleiðini. Tá var einki tos um fíggjarligt varsemi, ella at veita borgarunum eina so samhaldsfasta og bíliga skipan sum gjørligt.

Tíbetur var málið tá tikið úr hondunum á landsstýrismanninum, og hann varð rikin úr sessinum. Ístaðin fingu vit íløgu, sum bleiv kjølfest í samhaldsfesti, uttan at brúkarar skuldu gerast veitarar til útlendskar spekulantar.

Skrúðgongan
So frágreiðingin frá Kára Post um ikki at atkvøða fyri meirjáttan til Landsverk man í besta lagi vera tær beru kávalótir.

Hann boðaði sorgblíður í dag frá at hann gevst í politikki.

Men tað mundi ikki vera hansara vilji, at hann skuldi fara úr tinginum áðrenn ólavsøku, tí so slapp hann ikki í skrúðgonguna og fekk tríggjar mánaðir minni í løn.

Tí ráddi um at smoyggja sær úr tingsalinum og sum undanførslu at skylda uppá eina telefonsamrøðu og annars at gera seg til verja fyri sokallaðum skynsomum fíggjarpolitikki...!

Hetta man vera politiskt skemt, tá tað er allarbest (ella verst)?

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo